11. november 2026
Hava frælsi, men sakna greiðar karmar
Føroyskir akademikarar hava stórt frælsi í arbeiðslívinum, men frælsið hevur ein prís. Ein nýggj kanning vísir, at nógv arbeiða yvirtíð, hava trupult við at leggja arbeiðið frá sær og sakna greiðari karmar um arbeiðsdagin.
Í apríl 2026 løgdu Regin Berg og Ingibjørg Berg fram frágreiðingina Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum. Kanningin er gjørd eftir umbøn frá fakfeløgunum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF), við stuðli frá Granskingarráðnum og stuðli og ráðgeving frá Fróðskaparsetri Føroya.
Tilsamans 693 limir svaraðu spurnarkanningini, sum svarar til 61,3 prosent av limunum í báðum fakfeløgunum. Harumframt vórðu tvær fokusbólkasamrøður gjørdar, og úrslitini vórðu samanborin við eina evropeiska arbeiðsmarknaðarkanning frá 2021.
Fáir serfrøðingar – nógvir leiklutir
Eitt smásamfelag sum Føroyar hevur tørv á nógvum av somu serfrøðingum sum størri lond. Munurin er, at færri fólk eru at loysa uppgávurnar. Í frágreiðingini verður víst á gransking um smásamfeløg, sum lýsir, hvussu serfrøðingar í smáum samfeløgum ofta noyðast at átaka sær fleiri leiklutir og arbeiða innan breiðari fakøki.
Hetta kann geva stórt sjálvræði og møguleika at ávirka sítt egna arbeiði. Men tað kann eisini merkja, at ábyrgdin verður savnað hjá fáum fólkum. Tað kann vera trupult at finna onnur við somu serfrøði, sum kunnu taka yvir, ráðgeva ella loysa uppgávurnar, tá ið tørvur er á tí.
Kanningin vísir, at føroyskir akademikarar hava størri fleksibilitet enn evropeiskir starvsfelagar. Heili 96 prosent siga, at tað er lætt at fáa frí ein ella tveir tímar til persónlig ørindi, samanborið við 77,5 prosent í Evropa.
Men sjálvræði er ikki tað sama sum avmarkað arbeiðsbyrða.
Arbeiðsdagurin er ongantíð av
Sambært kanningini arbeiða 25,3 prosent vanliga meira enn fulla tíð. Heili 73 prosent av teimum, sum arbeiða yvirtíð, siga, at orsøkin er, at tey ikki náa allar uppgávurnar innan vanliga arbeiðstíð.
Samstundis vanta greiðar reglur um yvirtíð á nógvum arbeiðsplássum. Helvtin av limunum arbeiðir á arbeiðsplássum uttan greiðar reglur um yvirtíð, og 67 prosent hava ongar greiðar reglur um, nær tey skulu vera tøk á telefon ella telduposti uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Eisini siga 62,5 prosent, at tey vanliga halda áfram at hugsa um arbeiðið eftir arbeiðstíð. Hjá nógvum heldur arbeiðið eisini fram í feriuni, tí uppgávurnar ikki verða røktar, meðan tey eru burtur.
Soleiðis gerst markið millum arbeiðslív og frítíð ógreitt.
Leiðsla og arbeiðsumstøður hava stóran týdning
Kanningin bendir á, at tað ikki fyrst og fremst er arbeiðsinnihaldið, sum tyngir akademikararnar, men heldur arbeiðsumstøðurnar og vantandi stuðul frá leiðsluni.
Bert 50,8 prosent av føroysku akademikarunum hava vanliga kensluna av at gera eitt gott arbeiði, samanborið við 85,1 prosent í Evropa.
Hetta eigur at geva orsøk til umhugsan.
Í einum smásamfelagi, har hvør einstakur serfrøðingur kann hava stóra ábyrgd, er tað serliga umráðandi, at arbeiðið er væl skipað, og at leiðslan tryggjar greiðar karmar.
Avbjóðingin er at varðveita sjálvræðið, men samstundis tryggja, at frælsi ikki verður ein umbering fyri óavmarkaðari ábyrgd.