Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
21. oktober 2026

Evnisdagur fyri álitisfólk

Seinnapartin 21. oktober 2026 skipaði AKF fyri evnisdegi fyri álitisfólk.

Evnið var Talufrælsi og loyalitetsskylda.

Endamálið við evnisdegnum var, at geva álitisfólkunum eitt betri grundarlag fyri at skilja og viðgera ítøkiligar støður og spurningar, sum kunnu taka seg upp í arbeiðinum sum álitisfólk. 

Sólja í Ólavsstovu hevði eina framløgu og álitisfólkini fingu høvi at seta spurningar og skifta orð sína millum, um hvat loyalitetsskyldan, talufrælsi og tagnaðarskylda merkja í praksis. 

 

Fleiri Tíðindi