Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
28. september 2026

Nevndirnar í feløgunum í AKF hittust 25. september

Fríggjadagin 25. september var limafundur fyri nevndunum í teimum fimm limafeløgunum í AKF.

 

Formaðurin í AKF, Arni Petersen, greiddi frá støðuni í sáttmálasamráðingunum sum eru í gongd. Virkandi sáttmáli er galdandi til 1.oktober 2026.

 

Síðani segði Asta Fróðadóttir Joensen, aðalskrivari, eitt sindur um limademografiina.
AKF hevur ikki limalistar, tað eru limafeløgini, sum umsita limalistar og upplýsingar um limirnar. Men tølini sum fyriliggja, siga frá einum vaksandi felagi við jøvnum kynsbýti. Ætlanin er at fáa eina greiða mynd av samlaðu demografiini í feløgunum, herundir limatali, kynsbýti og bústaðarstaði hjá limunum kring landið. Harumframt verður hugt at býti eftir geira, t.e. hvussu nógv eru privat sett, hvussu nógv eru alment sett, og hvussu nógv starvast í almennum partafeløgum.

 

Eisini greiddu forfólkini og umboð fyri hesi, frá virkseminum í limafeløgunum.

 

Tað hevur týdning, at nevndirnar í feløgunum hittast javnan og tosa um hvat rørir seg, fyri at styrkja AKF sum eind og at læra av hvørjum øðrum.

 

Vit takka fyri ein góðan fund.

Fleiri Tíðindi