Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
19. oktober 2023

Skriv til Føroya løgting um barsilsskipanina

Akademikarafelag Føroya hevur í dag sent Føroya løgting soljóðandi skriv, nú Tingið viðger uppskot um at broyta hámarkið fyri útgjaldi úr skipanini:

Viðmerkingar til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Akademikarafelag Føroya, AKF, loyvir sær at senda hesar viðmerkingar, nú Løgtingið viðger broytingar í løgtingslógini um barsilsskipan við tí endamáli at hækka útgjaldið úr kr. 25.000 til kr. 28.000.

AKF fegnast um uppskotið at hækka hámarkið fyri útgjaldi, men mælir til at hækkingin ið hvussu so er eigur at verða gjørd samsvarandi tí lønarvøkstri, ið hevur verið, síðani verandi upphædd á í mesta lagi kr. 25.000 varð samtykt í 2004.  

Hetta hevur stóran týdning fyri limir okkara, sum hava stóran lønarmiss, um tey velja at fara í barnsburðafarloyvi. Tey, sum gerast akademikarar, eru í fulltíðar, óløntari útbúgving í ið hvussu so er fimm ár longri enn flestøll onnur í verkafjøldini. Umframt at byrja seinni eru eisini færri ár eftir til at vinna lívsinntøku og eftirlønarrættindi, og eitt ár við munandi skerdari inntøku rakar tí akademikarar enn harðari enn flestøll onnur.

Yvir høvur hevur hettar heilt órímiliga lága hámarkið (so at siga uttan mun til um tað er 25.000 ella 28.000 kr) eisini stóra ávirkan á javnstøðuna millum foreldur.

Tá løgtingslógin um barsilsskipan varð broytt í 2020, varð nevnt í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, at:
Hagtøl  úr  Føroyum  og  hinum Norðurlondunum vísa, at pápar fara í barsilsfarloyvi so leingi, sum barsilsfarloyvið við lóg er markað til teir. Avleiðingin av lógaruppskotinum kann tí væntast at verða, at mammur fara at vera í barsilsfarloyvi í 48 vikur í mun til 44 vikur, sum nú.

Hetta vísti seg tíverri at halda, og fakfeløgini eru sannførd um, at ein týðandi orsøk er, at ungar barnafamiljur ikki hava ráð til at missa lønarinntøkur. 

Frágreiðingin um 37 tíma arbeiðsviku, sum Fakfelagssamstarvið lat gera í 2021, vísir eisini á trupulleikan við, at alt ov fáir pápar taka barsilsfarloyvi. – Har verður m.a. ført fram, at pápar heldur tvørtur ímóti arbeiða meira enn fulla tíð fyri at tryggja familjuni støðuga inntøku, meðan inntøkan hjá mammunum er skerd. Hetta hóast teir ynskja at arbeiða minni og vera meira um familjuna og nýfødda barnið. Páparnir arbeiða sostatt meira enn undan barnsburðinum, fyri at leggja uppfyri lønarmissin hjá mammuni og harvið húskinum. Ein orsøk til hetta er, at gjaldið úr barsilsskipanini er so lágt, og væl undir sáttmálalønina hjá eitt nú okkara limum.

Eintáttaði bústaðarmarknaðurin í Føroyum ger, at smábarnafamiljurnar her eru serstakliga hart sperdar fíggjarliga. Tí ræður um, at familjan missir sum minst av peningi í barnsburðarfarloyvistíðini, og oftast er tí í roynd og veru ikki annað í at velja, enn at foreldrið við lægru inntøkuni tekur sum mest av barnsburðarfarloyvinum, og av tí sama verður enn verri fyri í mun til eftirløn og annað. Foreldrið við lægru inntøkuni er í flestu førum ein kvinna.

At barsilsskipanin soleiðis í stóran mun mestsum beinleiðis kroystir kvinnur í bestu árum til at halda sær óneyðuga nógv frá arbeiðsmarknaðinum, hevur m.a. ávirkan á lønarinntøku, lívsløn, eftirlønarsamansparing og onnur ognarviðurskifti hjá kvinnum í Føroyum. Hevði skipanin hinvegin elvt pápanum til at tikið størri part av barslinum, hevði hetta eisini minkað um varandi lutfalsligu skerjingina av lívslønini hjá mammuni. 

Tí heitir AKF á Løgtingið um at broyta løgtingslógina um barsilsskipan soleiðis at:

  • Útgjaldið úr barsilsskipanini í mista lagi svarar til tann lønarvøkstur, ið hevur verið síðani verandi hámarksupphædd á í mesta lagi kr. 25.000 varð samtykt í 2004.   

Hendan broyting hevði verið eitt munandi, ítøkiligt stig á javnstøðuleið, umframt at lætta um hjá hart strongdu barnafamiljunum.

Tórshavn hin 19. oktober 2023
Akademikarafelag Føroya

 

 

Fleiri tíðindi