Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
1. oktober 2023

Royndarskipan fyri ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35

Frá ”Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum” til eina vælvirkandi skipan við sálarfrøðiligari viðgerð til ung millum 15 og 35 ár, sum sambært eftirmeting eigur at gerast til eitt permanent tilboð – tí allar ábendingar vitna um skipan, ið virkar.

Í 2018 á altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktober blivu lunnar lagdir undir royndarskipanina fyri ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár við angist og/ella løttum til moderatum tunglyndi.

Tað var tá Sirið Stenberg, ið sat sum landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í samgonguni millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, ið sum kunnugt bygdi á súluna ”Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum”.

Tó bleiv tað Kaj Leo Holm Johannesen, sum í 2021 kundi sjóseta flaggskipið umboðandi átak 5.1 í Heildarætlanini ”Ókeypis atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð”.

Nú skipanin er eftirmett má staðfestast, at talan er um eina vælvirkandi verkætlan við breiðum politiskum og fakligum grundarlagi, har hópin av fakfólki, áhugabólkum og politikkarum hava sett síni fingramerki á.

Greiða tilmælið frá Heilsutrygd er, at royndarskipanin eigur at gerast permanent tilboð. Hon eigur at verða konsoliderað heldur enn víðkað ella broytt. Eftirmetingin var liðug 15.6.2023 og nakrar djypri greiningar gjørdar 12.07.2023. Tríggjar mánaðir seinni er tó einki at frætta frá landsstýriskvinnuni í Heilsumálum Margit Stórá. Ilt er at gita hví, nú tey fakligu tilmælini eru so greið og úrslitið so gott.

Meðan vit bíða kunnu vit bert staðfesta at:

Royndarskipanin heldur uppat 31.10.23 og teir uml 18 sálarfrøðingar, sum saman við kommunulæknunum og Heilsutrygd hava fingið skipanina at virka, kunnu tá ikki annað enn yppa øksl, sleppa og tríva í har annar tørvur er á útgreining ella viðgerð í staðin fyri at fyribyrgja sálarsjúku og fyribyrgja, at sjúkan versnar, sum annars vóru nakrir av arbeiðssetningunum, ið arbeiðsbólkurin og stýrisbólkurin, við umboðum fyri Landssjúkrahúsið, Gigni, Almannaverkið og Sernám, Sinnisbata, Kommunufelagið, Kommunulæknafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Heilsu- og Innlendismálaráðið, Almannaráðið og Mentamálaráðið, vórðu settir at gera tilmæli og tilboð um fyri skjótt mongum árum síðan.

Vónandi kunnu ung millum 15 og 35 ár síggja fram til framhaldandi at hava møguleika fyri ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri angist og lættari til moderatum tunglyndi eins og Heilsutrygd mælir til.

 

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, september 2023

 

 

Fleiri tíðindi