Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
21. mars 2023

Bíða enn eftir samráðingum

 

AKF bíðar enn eftir, at lønarsamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum verða tiknar upp aftur. AKF og Fíggjarmálaráðið handaðu sínámillum krøv í oktober 2022. Men stutt eftir varð val skrivað út, og samráðingarnar steðgaðu.

Vit skilja á Fíggjarmálaráðnum, at tey vænta at byrja aftur skjótt, men enn er eingin fundur ásettur.

Sáttmálin millum AKF og Fíggjarmálaráðið gekk út 1. oktober í 2022, lønir v.m. verða tí afturregulerað til 1. oktober í 2022, tá nýggjur sáttmáli er avtalaður.

 

Fleiri tíðindi