Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
3. februar 2023

Nýggja Heimasíðan

Vælkomin á hesa nýggju heimasíðuna hjá AKF.

Málið við heimasíðuni er ein miðil, sum kann vera við til at varpa ljós á akademiska arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Vit vóna tí at limir, limafeløg, samstarvsparta og arbeiðspláss fara at geva viðkomandi íkøst til síðuna.

Á síðuni eru eisini hentar upplýsingar og leinki um starvs- og sáttmálaviðurskifti, og ein teigur er um ofta settar spurningar, sum vit fara at byggja út so hvørt.

Innihaldið er valt og skipað við støði í royndunum, ið vit hava av samskifti og fyrispurningum frá m.ø. álitisfólkum og limum. Endamálið er at skapa eitt gott mið til skjótar og viðkomandi upplýsingar; afturboðanir og uppskot um batar og nýggj evni eru tí vælkomin frá tykkum, sum brúka síðuna.

Ein kalendari og tíðindateigur eru eisini, har ætlanin er at kunna um tiltøk og skriva um viðkomandi evni.  

Við vón um at síðan verður til gagns og nyttu.

Páll Nolsøe, formaður

 

Fleiri tíðindi