Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
26. august 2026

Yvirarbeiði er gerandiskostur hjá nógvum akademikarum

Akademikarar í Føroyum arbeiða nógv, og hjá nógvum er yvirarbeiði vorðin ein fastur partur av arbeiðsdegnum. Ein kanning hjá fakfeløgunum AKF og BLF vísir, at stórur partur av limunum arbeiða út yvir ta arbeiðstíð, sum sáttmálin ásetur.

 

Men hvat fær akademikarar at arbeiða yvir, hvørjar avleiðingar hevur tað, og hvørjar meginreglar hava arbeiðsplássini?

 

Yvirtíð er gerandiskostur

 

Kanningin vísir, at heili 87,4% av limunum í fakfeløgunum arbeiða fulla tíð ella meira, og at 25,3% vanliga arbeiða meira enn fulla tíð. Hetta er nakað meira enn hjá akademikarum í Evropa annars og eisini meira enn hjá miðal løntakaranum í Føroyum. Yvirtíð er eisini ein fastur partur av gerandisdegnum hjá mongum; tað eru einans 35% av akademikarum, sum vanliga onga yvirtíð hava.

 

Hví arbeiða so nógv yvir?  

 

Høvuðsorsøkin er greið: arbeiðsuppgávurnar rúmast ikki altíð innan vanliga arbeiðstíð. Heili 73% siga, at vanliga arbeiðstíðin ikki røkkur til tær uppgávur, tey skulu røkja. Samstundis siga smá 56%, at tey arbeiða yvir, fyri at gera eitt gott arbeiði.

 

Í fokusbólkasamrøðum kom eisini fram, at akademikarair ofta sita einsamallir við ábyrgdini av sínum arbeiðsøki.

 

Sum ein luttakari segði: ”Ein arbeiðir upp ímóti tíðarfreistum ofta. Tað hongur á einum sjálvum, at fáa uppgávurnar loystar.”

 

Tørvur á greiðari reglum

 

Hóast yvirtíðin fyllir nógv, fáa tey fægstu løn fyri hana. Einans 7% siga seg fáa yvirtíðarløn, meðan 71% avspáka sína yvirtíð. Heili 22% siga seg hvørki avspáka ella fáa útgoldnað sína yvirtíð.

 

Kanningin vísir ein átrokandi tørv á greiðari reglum á arbeiðsplássum. Helmingurin av limunum starvast uttan greiðar reglar um yvirtíð. Eisini siga 67%, at tey ongar greiðar reglar hava um, nær tey skulu vera tøk á telefon ella telduposti uttan fyri arbeiðstíð.

 

Tað kostar av arbeiða yvir

 

Arbeiðsbyrðan hevur avleiðingar. Kanningin vísir, at tey sum arbeiða nógv yvir, kenna seg meira útlúgvað.

 

Millum tey sum arbeiða fimm tímar ella meira yvir um vikuna, siga góð 33%, at tey kenna seg kensluliga útlúgvað tá arbeiðsdagurin er av, samanborið við smá 17% av teimum uttan yvirtíð.

 

Tølini benda sostatt á, at yvirtíð ikki bara er ein spurningur um arbeiðstíð og løn. Tað kann eisini hava týdning fyri, hvussu fólk hava tað, tá arbeiðsdagurin er liðugur. 

 

Kanningin um javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum í Føroyum varð gjørd í 2025. Ingibjørg Berg og Regin Berg gjørdu hana, við stuðli frá Granskingarráðnum og stuðli og vegleiðing frá Fróðskaparsetri Føroya. Les kanningina í fullum líki HER

Fleiri Tíðindi