Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
7. juli 2026

Elsibet Jacobsen sett í starv sum løgfrøðilesandi hjá AKF

Elsibet er upprunaliga útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir frá arbeiði við børnum og ungum. Harumframt hevur hon lokið bachelorprógv í løgfrøði og fer eftir summarfrítíðina undir víðari lestur í løgfrøði.

 

Í starvinum hjá AKF verður Elsibet partur av skrivstovuni í Óðinsbrú, har hon fer at arbeiða 10 tímar um vikuna. Hon fer millum annað at vera við til at veita limunum ráðgeving og at stuðla skrivstovuni í løgfrøðiligum og fakligum arbeiði. Hon byrjar í starvinum tann 17. august 2026.

 

Vit bjóða Elsibet hjartaliga vælkomnari og gleða okkum til samstarvið.

Fleiri Tíðindi