Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
27. apríl 2026

Framløga um javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum í Føroyum

Hósdagin 23. apríl 2026 var framløga í Smæruni av kanning um javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum í Føroyum. Tað eru stjórnmálafrøðingarnir Ingibjørg Berg og Regin Berg, ið hava staðið fyri kanningini vegna AKF og BLF.

 

Kanningin er gjørd millum limirnar í limafeløgunum í AKF og BLF. Tilsamans tóku 693 limir lut, sum gevur eitt svarprosent upp á 61,3 %. Spurningarnir eru í høvuðsheitum grundaðir á ta felags evropeisku kanningina European Working Conditions Survey, men eru eisini víðkaðir við serføroyskum spurningum, ið taka hædd fyri serligu viðurskiftunum í einum lítlum oyggjasamfelagi.

 

Talan er um rúgvismikið og innihaldsríkt tilfar, sum varpar ljós á bæði áhugaverd og álvarslig rák innan arbeiðslív og trivnað. AKF fer komandi tíðina at miðla úrslitini gjøgnum greinar, ið verða lagdar út á heimasíðuna.

 

Kanningin kann lesast her

Myndasavn

Fleiri Tíðindi