Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
27. apríl 2026

Ársaðalfundur 12. mai 2026

Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya (AKF) verður týsdagin 12. mai 2026 kl. 17:00 í Óðinsbrú, Óðinshædd 11.

 

Skrá sambært viðtøkum felagsins

 

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Ásetan av limagjaldi
5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF (annaðhvørt ár)
7. Val av formanni og næstformanni fyri 1 ár.
8. Val av grannskoðara
9. Ymiskt


Innkomin mál

 

Hækkan av limagjaldið til AKF


Luttøka

 

Limir í limafeløgunum í AKF eru vælkomnir, og vera bidnir um at boða sínum felag frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai kl. 12:00.

 

Møtið fjølment!

 

Nevndin

Fleiri Tíðindi