Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
30. mars 2026

Framløga: Kanning um javnvág millum arbeiðstíð og frítíð hjá akademikarum

 

Hósdagin 23. apríl kl. 16.00 leggja Ingibjørg Berg og Regin Berg úrslit av kanningini um javnvág millum arbeiðstíð og frítíð hjá akademikarum í Føroyum fram. Kanningin, sum er gjørd millum limirnar í AKF og BLF, viðgerð m.a. lønta arbeiðstíð, arbeiðsviðurskifti, tíðartrýst, býtið av óløntum arbeiði og kynsfatan. Framløgan, sum er almenn, verður í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn.

 

Vit vænta eina áhugaverda og viðkomandi framløgu, har møguleiki er at seta spurningar.

 

Øll eru vælkomin.

 

AKF og BLF

Fleiri Tíðindi