24. februar 2026
Almennur fyrispurningur til løgtingslimir okkara
Tórshavn 24.februar 2026
Stytta arbeiðsvikan, hvar bleiv meirilutin av?
Hvar bleiv meirilutin av?
Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum 13 februar 2026 bleiv spurningurin: Nær verður
arbeiðsvikan verður stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur. Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði
fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg sviknan av samgonguni, sum ikki hevur
hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Undan seinasta løgtingsvali, so var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal
styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar
hjá føroyska arbeiðstakaranum.
Politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram, at stytta arbeiðsvikan fór
at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði
børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta
arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í
øllum samfelagnum.
Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg
var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinum.
Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.
Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki
hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi
løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta
arbeiðsvikuna við lóg.
Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?
Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?
Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?
Fakfelagssamstarvið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Akademikarafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag