16. februar 2026
Almenn framløga um felags lønarkarm
Fakfeløgini aftanfyri avtaluna um felags lønarkarm, sum varð undirskrivað 5. februar 2026 við Fíggjarmálaráðið, bjóða til almenna framløgu av avtaluni í Smæruni, týsdagin 17. februar kl 16.
Búskaparfrøðingar, sum hava gjørt tilmælið, greiða frá tilmælinum, og avtalan um felags lønarkarm verður gjøgnumgingin.
Møguligt er at seta spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fakfeløgini