5. februar 2026
Semja um felags lønarkarm
Í dag hava AKF og ellivu onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, saman við Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, skrivað undir avtalu um felags lønarkarm.
Avtalan tekur støði í tilmælinum frá einum serfrøðingabólki við búskaparfrøðingum, umboðandi báðar partar. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 er 3,87 prosent, sum samsvarar við lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum.
Frameftir verður lønarkarmurin ásettur við støði í miðal produktivitetsvøkstri seinastu fimm árini og miðal prísvøkstri seinastu trý árini, og harumframt tillagaður lønarvøkstrinum á privata arbeiðsmarknaðinum. Tillagingin verður 75 prosent frá 1. oktober 2026 og 50 prosent frá 1. oktober 2027.
Avtalan tekur harumframt hædd fyri stórum sveiggjum í búskapinum, soleiðis at ójavnvág millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin verður avmarkað.
Leinki til avtaluna verður lagt út, tá hon er tøk.
Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
Starvsfelagið
Akademikarafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Yrkisfelagið Miðnám
Farmakonomar
Kost- og Føðslufelagið
Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
Heilsurøktarafelagið
Føroyskir Fysioterapeutar
Føroya Tekniska Lærarafelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Pharma Danmark