Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
13. oktober 2025

MFS á gátt hjá AKF

Hósdagin 9. oktober 2025 var forsetin í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), Andrias Nolsøe Jacobsen, á gátt í nýggju felagshølunum hjá AKF á Óðinsbrú. Vitjanin var liður í at styrkja samstarvið millum feløgini og kanna nýggjar møguleikar fyri felags átøkum.

 

Á fundinum greiddi Andrias frá virkseminum hjá MFS, meðan Arni Petersen, formaður í AKF, greiddi frá um arbeiðið hjá AKF. MFS er sett saman av upp til 11 ráðslimum. Ráðslimirnir eru búsitandi í ymiskum londum, m.a. Føroyum, Danmark og Norra. Harumframt hevur MFS eina altjóða ambassadørskipan, har føroysk lesandi í ymiskum londum, virka sum ambassadørar fyri felagið.

 

Ráðið hevur fýra fastar ráðsnevndir, tær eru: altjóða nevndin, lógarbroytingarnevndin, samskifti- og marknaðarførslunevndin, og útbúgvingar- og trivnaðarpolitiska nevndin. Harumframt samstarvar ráðið við nevndirnar: Ráð Teirra Lesandi, Aalborgnevndina og Keypmannahavnarnevndina. MFS er eisini virkið í fleiri norðurlendskum og altjóða samstarvsfelagsskapum innan studentavirki, og hevur bæði eina virka heimasíðu og gevur út lestrarblaðið Fjølnir, sum er at finna á netinum.

 

Á fundinum varð tosað um møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum MFS og AKF, í mun til felags áhugamál og sosial tiltøk. Bæði á Setrinum og í mun til lesandi uttanlands. Eitt nú varð tosað um at hittast í sambandi við Jobmatch, sum verður hildið millum jól og nýggjár, eins og møguleikanum fyri felags tiltaki um summarið, tá mong lesandi eru heima í Føroyum.

 

AKF sær fram til tættari samstarv við MFS.

Fleiri Tíðindi