Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
18. september 2025

Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin 2025

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar skipar í næstum fyri sálarfrøðiligum fakfestivali. 

 

Felagið sigur soleiðis um fakfestivalin: 

 

Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin 2025 verður hildin á Hotel Føroyum tann 3. oktober. 

 

Tá savnast vit til ein dag, har vit seta fokus á fakligan vøkstur, íblástur og mennandi samrøður.
Verkstovurnar eru lagaðar til tykkum, sum vilja menna tykkara fakligu førleikar og persónligu styrki – og evnini eru bæði viðkomandi og lærurík í dagsins samfelag.

 

Trýst (her) fyri at lesa meira um Sálarfrøðiliga Fakfestivalin 2025.

Fleiri Tíðindi