Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
22. februar 2023

Stórur munur á at verða sett í setanarbrøk og at vera tímalønt

Sum úrslit av samráðingunum í 2020 varð ein áseting  um starvsbrøk í grein 6, stk. 3 í gamla sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið strikað. Hetta hevur við sær, at vit nú hava rætt til eftirløn uttan mun til setanarbrøk.
Lønardeildin metir ikki, at rætturin til eftirløn eisini fevnir um tímalønt. AKF er ikki samt við Lønardeildina um hesa tulking, men so leingi sum støðan ikki er greið, heita vit staðiliga á allar limir í limafeløgum okkara um ikki at gera starvsavtalu um tímaløn, men í staðin at biðja um at verða sett í setanarbrøk - uttan mun til stødd á brøki.

Tímalønir verða í dag serliga brúktar til leysalærarar á undirvísingarstovnum t.d. á Glasi ella Fróðskaparsetrinum.

Munurin er eyðsýndur: Verða tit sett í setanarbrøk, hava tit rætt til 16% í eftirløn, sum arbeiðsgevarin rindar; verða tit sett sum tímalønt, skulu tit sjálvi rinda 9 % í tvungnari eftirløn av lønini!  Og munurin veksur 1 % hvønn 1. januar, til tvungna eftirlønin er 12% av lønini.

Nevndin í Akademikarafelag Føroya

Fleiri tíðindi