Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
25. januar 2024

Slóðbrótandi avtala á privata arbeiðsmarknaðinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelag Føroya eru samd um ein leist fyri setanarsáttmála til starvsfólk innan virkisøkið hjá Akademikarafelag Føroya á privata arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir mæla limum hjá feløgunum til at nýta avtalaða leistin hereftir. Hetta er eitt stórt framstig og tryggjar limum okkara tryggari og meira skipað setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum.

Talið av akademikarum á privata arbeiðsmarknaðinum hevur verið vaksandi seinnu árini, og alsamt fleiri limir hjá tí privata venda sær til Akademikarafelagið við spurningum og tørvi á ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini venda privatir arbeiðsgevarar sær til felagið við fyrispurningum um, hvussu akademikarar skulu setast.  

Endamálið við avtaluni um setanarleist er at hava ein skipaðan leist fyri setanarsáttmálar, sum tryggjar gjøgnumskygni, og at setanarsáttmálar eru í trá við galdandi lóggávu, og at setanarviðursskifti eru samberilig við setanarviðurskifti hjá akademikarum á almenna arbeiðsmarknaðinum.     

Leisturin til setanarsáttmála liggur á heimasíðuni hjá AKF undir evninum sáttmálar HER

 

Fleiri tíðindi